TV2 rættar einki

- Vit hava ikki gjørt nakran feil, og tískil hava vit heldur einki at rætta, sigur Lotte Mejlhede, undirstjóri á TV2 tíðindadeildini

SJÓNVARP

 
Málið viðvíkjandi innslagnum hjá TV2 um danskar og føroyskar fiskimenn og inntøkur er aftur dottið av skíggjanum, og eftirspælið verður eftir øllum at døma ikki tað nógva.
Alt byrjaði við at TV2 sendi eitt innslag við boðskapinum, at føroyskir fiskimenn forvinna í miðal 664.000 krónur eftir skatt. Tað vísti seg seinni, at TV2 sipaði til tøl fyri nótaskip í 2001. Hetta skapti øsing í Føroyum ikki minst tí í sama viðfangi úttalaði Christian Thulesen Dahl, formaður fyri fíggjarnevndina í Fólkatinginum, at ein tílík støða gjørdi tað neyðugt at seta blokkstuðulin til Føroya ovast á politisku dagsskránna.
Men TV2 ætlar sær ikki at rætta nakað.
-        Vit hava ikki gjørt nakran feil, og tískil hava vit heldur einki at rætta, sigur Lotte Mejlhede, undirstjóri á TV2 tíðindadeildini.
Men Lotte Mejlhede sigur seg harmast um, at hendan støðan hevur tikið seg upp. Hon sigur seg hava virðing fyri, at málið hevur munandi størri áhuga og týdning fyri Føroyar enn fyri Danmark og danir.
-        Í bakljósinum kunnu vit siga, at vit áttu at verið meira nágreinilig og sagt, at vit samanbóru tey fiskimenn, ið vinna mest í Føroyum og í Danmark, sigur Lotte Mejlhede.
Spurd um hon heldur, at hyggjararnir sita eftir við einari rættvísari mynd, tá fiskimenn við nótaskipum mynda seks prosent av samlaða manningartalinum við størru føroysku skipunum?
- Tað kann vera, at tey, sum ikki hava lurtað nóg væl eftir gera tað, men eg haldi innslagið vera í lagi, og vit siga einki skeivt, sigur Lotte Mejlhede.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Viðgera klagu
Formaðurin fyri Føroya fiskimannafelag, Òli Jacobsen, sendi fyrr í vikuni donsku sjónvarpsrásini eina klagu um innslagið.
Lotte Mejlhede sigur, at klagan nú verður viðgjørt eftir teimum vanligu mannagongdunum. Men fyrst sleppur Óli Jacobsen at útgreina sína klagu nærri.
- Vit hava skrivað aftur og biðið um at fáa nágreiniliga at vita, hvat klagað verður um, sigur Lotte Mejlhede.
Klagan verður í fyrsta viðfangi viðgjørd hjá henni sjálvari. Hon hevði ábyrgdina av tíðindafluttninginum hetta kvøldið, innslagið varð sent.
Millum Fiskimannafelagið og TV2 stendur nú orð móti orði. Fiskimannafelagið heldur fast við, at teir ikki hava havt samband við TV2 og útvega teimum nøkur, men TV2 sigur seg hava fingið leiðbeiningar frá Fiskimannafelagið um at finna tey neyðugu tølini á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.