Tvær broytingar á A-landsliðnum

Landsliðsvenjarin hevur gjørt tvær broytingar á landsliðnum til venjingardystin móti Malta

Viljormur Davidsen og Finnur Justinussen hava givið avboð til dystin ímóti Malta, og í staðin eru Kristin R. Mouritsen og Dánjal á Lakjuni fyri fyrstu ferð úttiknir til A-landsliðið, skrivar fsf.fo.

 

Tveir dagar undan fráferð hava landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fingið tvey avboð í samband við dystin ímóti Malta, sum verður spældur á Ta' Qali Stadium í Valletta á Malta, týsdagin í komandi viku.

 

Finnur Justinussen og Viljormur Davidsen hava givið avboð, og í staðin hava venjararnir úttikið Dánjal á Lakjuni úr ÍF, og Kristin R. Mouritsen úr HB.

 

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Dánjal á Lakjuni og Kristin R. Mouritsen eru úttiknir til A-landsliðið, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.