Mánakvøldið hin 27. januar klokkan 19 skipar Krabbameinsfelagið fyri kunnandi átaki um menn og krabbamein.
Tiltakið, sum er ókeypis, verður á Hotel Føroyum, og her fer Johan Poulsen, urologur og yvirlækni, at halda fyrilestur, eins og Bjarni Djurholm fer at greiða frá, hvussu tað var, tá hann varð raktur av krabbameini.
- Johan Poulsen fer at halda fyrilestur um krabbamein í bløðruhálskertli og testiklum, um sjúkueyðkenni, um viðgerð í dag í mun til fyrr og um eftirviðgerð og kontroll. Eisini fer hann at greiða frá, hvussu menn kunnu gera sjálvkanningar og fara til lækna so skjótt, sum teir merkja nakað óvanligt.
Krabbameinsfelagið vísir á, at Bjarni Djurholm hevur kent sviðan av at vera raktur av krabbameini heilar tvær ferðir.
- Hann fer at siga sína persónligu søgu um at vera raktur av sjúkuni, hvussu tað var at ganga til viðgerð, og hvussu hann kom fyri seg aftur.
Krabbameinsfelagið sigur seg av royndum vita, at menn í nógv minni mun enn kvinnur brúka tey tilboð, sum felagið hevur um kunning, hjálp og vegleiðing í samband við krabbamein.
- Vit skipa tí fyri hesum kunningarkvøldi, sum serstakt átak fyri menn. Kvinnur hava sostatt ikki atgongd í hesum umfari, sigur felagið um átakið.