Útvarpið reklamerar nú fyri øli hjá stýrisformanninum

Kringvarpið hevur nú skift út ølsponsorin Okkara við Før­oya Bjór.

Tað var fyrr í vikuni, at Sos­i­­al­urin vísti á, at Kring­varp­ið ger seg inn á rús­drekk­a­lógina við at burturluta sterkt øl frá okkara fyri at lokka fólk at vitja heimasíðuna hjá Kring­varp­i­num.

Men í morgun var eingin lýs­ing um øl frá Okkara. Nú var øl­spons­or­urin skiftur út við hitt bryggjaríið, Føroyar Bjór.
Um tað er av tilvild ella ikki, vita vit ikki. Men tætt sam­band er mill­um Kring­varp­ið og Føroya Bjór, tí fremsti ment­an­ar­stovn­ur lands­­ins hev­ur sama nevnd­ar­for­mann sum fremsti øl­bryggj­ari landsins. Og hví so ikki fáa synergiina at rigga fult út?

Tað er politiskur vilji og pol­­it­iskt ynski, at Kring­varp­­ið skal fíggjast við lýs­ing­um – og at Kringvarpið skal kappast á ójøvnum og ó­­sol­i­dar­isk­um grund­ar­lag við pri­v­atu miðl­ar­nar. Tá so hand­ils­ligu áhugamálini hjá nevnd­­a­r­­for­mann­i­num sam­­pakka so væl, sum í hes­um føri, so er tað so líka til, at Føroya Bjór eis­ini fær gratis re­kla­mu – áðr­enn Jen­is ella Bill steðga rús­drekka­lýs­ing­u­­num í Kringvarpinum.

Vit trúgva í øllum før­um ikki uppá, at nakar pol­i­tik­ari torir at siga, at hand­ils­lýs­ing­ar hoyra heima í priv­atu miðlunum. Líka so lít­ið, sum teir hava rygg til at geva Kring­varp­i­num tær fíggj­ar­ligu sømd­ir, sum ein slíkur ment­­an­­ar­stovn­ur hevu upp­i­­bor­ið.

Tí verður einki skil í, stovn­ur­in verður niðurpíndur, og upp­gáv­an hjá Dia Midjord verð­ur at finna útav, hvussu hann kann spara og uppsiga fólki fyri at nærkast upp á null­ið.