Í 3-2 í SVF verða fleiri fótbóltsleikarar í útlendskum kappingum lagdir undir ikki at vera heilt skarpir, tá ið teir við sínum skotum ikki hava fingið bóltin í netið.
Gott, at Jógvan í Lon við sínum málhugleiðingum er komin í útvarpið – hann skuldi fingið nógv meiri senditíð.
Eyðun á Borg hevði okkurt um orðið at skreiða og at sleta í eini Dimmu herfyri. Haldi, at at sleta er at rokna sum barnamál, men tó frálíkt orð, sum kann góðtakast. Hann spurdi, um onkur brúkti orðið at hilla. Haldi ikki, nakar ger tað nú á døgum, men tá ið eg var óviti í Hvalba hillaðu vit á hillufjalum. Hetta vóru sletur, sum vóru gjørdar av 3-5 tunnustavum festir saman við okum. Samanber sangin hjá Johs. Andr. Næs – hvalbingur – So hilla vit og skreiða, kjúlala hey fitt flyksingur fúkandi fleyg!
Spell at morgunlesturin ikki verður endursendur.
Tað má tó sigast at vera mikil nýhugsan, at óvitar nú hava møguleika at síggja teknifilm klokkan hálvgum sjey um morgunin.