Tváttur selir mottur

Ein av nýggjastu tænastunum hjá Tvátti er at selja gólvmottur við logo. - Konseptið snýr seg um, at Tváttur leverar motturnar og heintar tær aftur til at reinsa og vaska eftir fastari avtalu ella eftir tørvinum hjá kundanum, sigur virkisleiðarin á Hjalla.

 

 

 

Magnus Jørmundsson, virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla.

Tváttur er ein fyritøka, ið hevur sum sergrein at vaska klæðir til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar við nútímans tøkni og høgum tænastustigi, eins og fyritøkan lýkur øll krøv til umhvørvisvernd. 

 

Ein av nýggju tænastunum hjá Tvátti er at selja gólvmottur við logo. Fyritøkan hevur í fyrstu atløgu lagt seg eftir trimum ymiskum sløgum av mottum, so til ber at nøkta ein so breiðan tørv sum gjørligt.

 

- Vit kunnu veita mottur til bæði privat- og vinnukundar, har tekstur, mynd ella búmerki skal á mottuna. Somuleiðis kunnu vit veita mottur, ið súgva serliga nógv í seg og taka serliga nógvan skitt av skóm, so gólvið innanfyri gerst so turt sum gjørligt. 

 

Magnus Jørmundsson, virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla, vísir á, at konseptið snýr seg um, at Tváttur bjóðar eina tænastu, har fyritøkan leverar motturnar og heintar tær aftur til at reinsa og vaska eftir fastari avtalu ella eftir tørvinum hjá kundanum. 

 

Tváttur brúkar nýggjar og framkomnar Electrolux maskinur, sum umframt vanligt vask, eisini hava serstøk forrit til vátreins. Hetta er ein tøkni, ið Electrolux hevur ment, sum er somikið mild fyri flestu tekstilir, at Woolmark góðkennir vátreins sum serliga vælegnað til klæði við teirra merki. 

 

Woolmark er góðskumerki fyri ullvørur, ið vanliga skulu vaskast við hond. Maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn, og sápan er umhvørvisvinarlig.

 

- Hetta hevur týdning, tí Tváttur leggur stóran dent á at halda øll ásett krøv, sigur virkisleiðarin.

 

Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kann fyritøkan tryggja, at allar vaskiuppgávur verða loystar á fult tryggan hátt til kappingarføran prís - uttan mun til, um talan er um veitingar til virki, skip, stovnar ella privatar kundar.

 

##med2##

 

Magnus Jørmundsson, virkisleiðari, sigur, at tey eisini hava eina Heinta og Veita tænastu.

 

- Her kunnu vit heinta skitin klæðir og veita tey reinu aftur á sama staði. Hendan tænastan er galdandi allastaðni, har tað er landfast, leggur hann aftrat.

 

At enda kann nevnast, at Tváttur eisini hevur dúkar til útleigan.

 

- So, um tú skalt hava eina veitslu, móttøku ella annað tiltak, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á Tvátti á tvattur@tvattur. fo, Facebook ella telefon 308585, sigur Magnus Jørmundsson.

 

##med3##

 

Magnus Jørmundsson, virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla.