Tveir ástaðarfundir í Sunda kommunu

Ástaðafundir verða við Fossá og við Toftá í Hósvík

Ástaðafundur við Fossá 

Ástaðarfundur verður við landsvegin við Fossá, millum Langasand og Haldórsvík, mikudagin 15. Novembur 2023 kl. 13.30.

Til viðgerðar: Umsókn Sunda kommunu um loyvi til ljósseting í fossin við Fossá, Haldórsvík. 

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Ástaðarfundur í Hósvík 

Seinni ástaðarfundurin verður á Rættarvegi við Toftá í Hósvík 15. novembur 2023 kl. 14.15.

Til viðgerðar: Umsókn frá Sunda kommunu um loyvi at gera nýtt vatninntak til drekkivatn við Toftá í Hósvík.