Statoil kunngjørdi fyri løtu síðani, at felagið hevur fingið váttan fyri, at tveir av teimum fimm saknaðu norðmonnunum í Algeria eru funnir deyðir.
Talan er um tann 58 ára gamla Tore Bech úr Bergen og tann 35 ára gamla Thomas Snekkevik úr Austrheim/Bergen.
-Okkara tankar leita fyrst og fremst til familju og vinir, sum hava mist sínar kæru í hesum ræðuliga og meiningsleysa álopinum á ósek fólk, skrivar Statoil-stjórin, Helge Lund, í einari fráboðan.
Tríggir norðmenn eru framvegis saknaðir aftan á yvirgangin í Algeria.