Nú er greitt, hvør fer at stilla upp á lista F til býráðsvalið í Fuglafirði. Í Fuglafirði eru tríggir listar umboðaðir í býráðnum, og listi F hevur tríggjar av teimum níggju býráðslimunum í Fuglafirði.
Teir tríggir eru Eivin Sigurð Breiðaskarð, Fuglafjørður, Kristian Petersen og Ólavur Larsen, men tað er bara Eivin Sigurð Breiðaskarð, sum stillar upp aftur.
Annars eru 13 valevni á listanum, fimm kvinnur og átta menn, og tey eru:
David Andreasen, Kambsdalur
Dávur Juul, Fuglafjørður
Eivin Sigurð Breiðaskarð, Fuglafjørður
Georges Rouah, Fuglafjørður
Jens Kjartan Feilberg, Fuglafjørður
Jonn Sólheim Thomsen, Fuglafjørður
Jórun Eið Johannesen, Hellurnar
Kári Blábjørg, Fuglafjørður
Leif André Eliassen,Fuglafjørður
Maria á Boðanesi, Fuglafjørður
Marita Øre, Fuglafjørður
Sheila Sigurdsdóttir, Fuglafjørður
Steintóra Nesá, Fuglafjørður
Høvuðsmálini hjá listanum eru at fjøltátta bústaðarmarknaðin við eldra-, lestrar- og leigubústøðum, umframt at fleiri grundstykkir skulu útvegast bæði á Hellinum, Kambsdali og Fuglafirði.
– Málið er at í 2050 skulu eisini 2050 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu.