Løgreglan hevur verið úti um vikuskiftið og gjørt kanningar í ferðsluni.
Í tí stóra heila hava fólk skikkað sær væl, men teir bilførarar blivu tiknir fyri at koyra ávirkaður. Ein í Eysturoynni og ein í Havn.
Støðan í Eysturoynni var kl. 03 leygarnáttina. Tá bleiv ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Kl. 04 sunnunáttina bleiv ein maður tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.