Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan hevur aftur gjørt ferðslukanningar í gjár

Í gjár var løgreglan á ferð at gera fersðlukanningar og hesa ferð vóru tey í Kollafirði. Løgreglan sigur, at har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdu 74 kilometrar um tíman í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 50 og hin koyrdi 109 kilomtrar í óbygdum øki har tað var loyvt at koyra 80. Koyrdi hann tveir kilometrar skjótari um tíman, hevði hann verið noyddur at tikið koyrikortið umaftur.

 

Annars fingu fleiri aðrir bilførarar eisini bót fyri at onnur brot – fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, fyri at tosa í fartelefon og onnur brot.