Tveir Christian á vøllinum í 27 minuttir

Tað tykist ganga illa hjá Christian Lamhauge Holst at stríða seg til pláss millu teir fyrstu ellivu á Silkeborg liðnum, og tað tykist ganga illa hjá Christian Høgna Jacobsen at stríða seg til fast pláss á besta liðnum í AB.

Soleiðis var tað eisini í dag, tá ið feløgini hjá føroysku landsliðsspælarunum hittust í Silkeborg.

Heimaliðið styrkti um sína støðu í toppinum við at vinna 2-0.

Christian Lamhauge Holst varð skiftur inn á heimaliðið, tá ið tað restaðu sjey minuttir, og Christian Høgni Jacobsen varð skiftur inn á AB liðið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.