Tveir daga karantenu fyri at speireka vektina hjá dómara

Fyri stuttum varð dystur í SAS-liguni millum SønderjyskE og AGF í Haderslev. AGF vann dystin 2-1. Venjarin hjá SønderjyskE, Carsten Broe varð so misnøgdur við dómaraavrikið, at hann rópti ?Tyksak? eftir dómaranum, Jesper Bæk Overgaard. Málið endaði á borðinum hjá aganevndini hjá danska fótbóltssambandinum, DBU. Carsten Broe hevur fingið tveir dagars karantenu fyri at speireka Jesper Bæk Overgaard fyri vekt sína. Johnny Rune frá aganevndini hjá DBU leggur tó dent á, at hevði Carsten Broe ringt til Jesper Bæk Overgaard og biðið um umbering, so varð málið ongantíð endað á borðinum hjá aganevndini hjá DBU. Carsten Broe er ein sera bersøgin venjari, og fyri stuttum langaði hann út eftir øllum tí danska dómarahópinum.