Fyrst fóru fimm spælarar til kappingarneytar í 1.deild. Eitt nú Mikkjal T. Hentze og Teitur Jóannesarson til AB, men nú hevur Giza Hoyvík funnið avloysararnar.
Les eisini: Hanus til Giza Hoyvík
Fyrst kom Evrard Blé aftur til felagið, sum hann umboðaði í seinnu hálvu í 2015. Síðani hevur felagið fingið tilgongd av Hanusi Thorleifsson og nú tveimum donskum spælarum. Talan er um 19 ára gamla Daniel Patrzalek Hansen og 20 ára gamla Magnus Winterskov Møller. Báðir hava síðstu tíðina spælt í Jyllandsseriuni við Christiansfeld IF. Í ungdómsárunum hava teir verið skúlaðir hjá Sønderjyske.
Teir hava av egnum áhuga verið og royndarvant við felagnum í januar. Nú eru hava teir gjørt sáttmála við Giza Hoyvík.
- Eg havi valt Giza Hoyvík, fyri at koma eitt fet longur fram á yrkisleiðini. Eg vil royna eina nýggja avbjóðing og gleði meg til kappingarbyrjan, sigur Daniel Patrzalek Hansen, ið er verjuspælari.
Giza Hoyvík bleiv í fjør nummar fýra í fyrsta kappingarárinum í næstbestu deildini. Bara trý feløg kunnu flyta upp í bestu deildina komandi ár. Tey eru AB, B68 og Giza Hoyvík. Hini sjey liðini í deildini eru næstbestu liðið hjá Effo-liðnum.