Tað er dómurin yvir teir tríggjar í »hundeluftersagen«.
Tað skrivar Fyens Stiftstidende.
Tað vóru tríggir unglingar á 16 og 15 ár, sum í dag fingu sín dóm, fyri at hava lopið á føroyingin, Ib Johannes Hansen 23. mai.
16 ára gamli Asad Ali Oman varð dømdur í tvey ára fongsul, meðan ein 15 ára gamal drongur fekk eitt ára fongsul.
Ein triði 16 ára gamal var fríkendur.
Í rættinum kom annars fram, at Johannes Hansen fer at fáa varugt mein.
Johannes hevur fingið epilepsi og er lammaður í aðrari síðuni av kroppinum. Hann fær bert staðið uppi við at styðja seg til tvey hjálparfólk, og fær bert gingið tríggjar-fýra metrar.
Hann skal eisini hava hjálp frá einum ella tveimum fyri at fara í bað, fara á toilettið og onnur persónlig mál. Hann má eisini hava hjálp at eta, tí hann gloymir at svølgja.
Johannes fær heldur ikki sagt meira enn tvey til fýra orð, áðrenn hann fær trupulleikar at anda. Hann minnist einki til álopið og hevur yvirhøvur trupulleikar við minninum.
Eftir fýra mánaðum er Johannes komin úr tí, ið neurologarnir kalla »ørvitisfasan«. Tað gongur framá, men sligið verður fast, at hann fer at fáa varandoi mein.
Johannes skal verða á Hammel Neurocenter í óavmarkaða tíð.