Tveir føroyingar til Oyggjaleikirnar

Næstsíðstu vikuskiftið kláraðu tveir føroyskir svimjarar kravtíðirnar til Oyggjaleikirnir á teininum 50 metur frí. Annar teirra setti eisini bestu tíðina í danska kongaríkinum í sínum árgangi

Næstseinasta vikuskiftið var stór føstulávints-svimjikapping í svimjihøllini í Klaksvík. Feløg úr øllum landinum vóru komin saman at taka lut í hesi kapping, sum byrjaði leygarmorgunin 24. februar og endaði sunnukvøldið 25. februar.
Sum skilst, so eydnaðist kappingin væl, og onkur av svimjarunum kláraði eisini kravtíðina til Oyggjaleikirnar í kappingini í Klaksvík.

Fuglfirðingur sló gamalt met
Tað sermerkta við hesi svimjistevnuni var, at eitt gamalt met hjá Kristoffi Hentze í 50 metra frísvimjing bleiv sligið. Fyri góðum átta árum síðani, í 1998, setti Kristoffur nýtt met á hesum teininum við tíðini 24,86 sekund. Hetta met bleiv sett til NJM-kappingina í 1998, men nú hevur ein ungur fuglfirðingur sett nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing.
Talan er um 15 ára gamla Paula Øssurson Mohr, sum kom á mál í tíðini 24,35 sekund, og harvið skar hann meir enn eitt hálvt sekund av gamla metinum hjá Kristoffi Hentze. Við fram úr góðu tíðini hevur Pauli eisini klára kravtíðini til Oyggjaleikirnar, har hann nú skal royna seg á fyrsta sinni.
Pauli var tó ikki tann einasta, sum kláraði kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar á føstulávintsstevnuni í Klaksvík. Kristian Olsen úr Ægir svam seg nevniliga eisini til Oyggjaleikirnar á sama teini sum Pauli, nevniliga 50 metra frí teininum.

Pauli bestur í kongaríkinum
Pauli Øssurson Mohr hevur í fleiri ár víst, at hann er ein evnaríkur svimjari, men við nýggja føroyska metinum í 50 metra frísvimjing hevur hann svomið seg fram ímillum tey bestu í danska kongaríkinum. Tíðin hjá Paula er nevniliga so góð, at hann hevur lagt seg á fyrsta plássið í danska kongaríkinum í sínum árgangi á hesum teini.
Hetta er helst enn eitt tekin um, at føroysk svimjing er væl fyri í løtuni, og nú kunnu vit bara bíða spent at síggja, hvussu fer at hilnast hjá Paula og Kristian niðri á Rhodos, har Oyggjaleikirnir vera seinni í ár.