Broytingarnar í partafelagsskránni vísa, at tveir kendir stjórar eru nú farnir úr starvi.
Annar er John William Joensen, sum nú endaliga er farin frá sum stjóri í Norðlýsinum. Blaðstjórin boðaði frá hesi avgerðini í summar og greiddi frá, at heilsan í seinastuni er viknað so mikið, at hann ikki longur er førur fyri at røkja starvið. Olivur Joensen hevur tí tikið við sum stjóri.
Hin, sum er farin frá, er Osmundur Justinussen, sum er farin frá sum nevndarformaður í Skansi Offshore. Sonurin, Tummas Osmundarson Justinussen, hevur tikið við sum nevndarformaður og er samstundis farin frá sum stjóri. Hann hevur verið stjóri saman við Jens Meinhard Rasmussen, sum nú verður einsamallur stjóri.