Landsli:i:
Bara vi: at hyggja at leikarahópinum er greitt, at talan ver:ur um broytingar á landsli:num, um sammett ver:ur vi: li:i:, sum spældi so væl í 0-2 tapinum fyri Írlandi. Fró:i Benjaminsen og Jákup Mikkelsen eru bá:ir leikbanna:ir, me:an Julian Johnsson er langtí:arskaddur, so í øllum førum tríggir n!ggir spælarar skulu finnast hesafer:.
Uppløgd val
Men hóast talan solei:is ver:ur um tríggjar n!ggjar spælarar, so gevur ta: seg nærum sjálvt, hvørjir teir tríggir ver:a, sum skulu inn á tómu plássini.
Í málinum hevur dysturin at kalla alla livití:ina hjá altjó:a føroyskum fótbólti sta:i: millum Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen. Og tí er eingin orsøk at halda, at Jens Martin ikki skal verja máli: mikukvøldi:.
Eins lítil ivi er um, at Todi Jónsson ver:ur settur millum teir fyrstu ellivu, nú hann aftur er tøkur og ska:afríur, og í mi:verjuni skal sjálvsagt finnast pláss til Jón Róa Jacobsen, sum gav lestraravbo: seinast.
Súni ver:ur á bakkinum
Júst ta: at Jón Rói nú er vi: aftur, fer tó at hava eina lítla umskipan av verjuni vi: sær. Tveir teir seinastu dystirnar hevur Atli Danielsen so ruddiliga prógva:, at hann hevur stø:i: til altjó:a fótbólt, og tí kann roknast vi:, at hann ver:ur settur á høgra bakk, me:an Jón Rói aftur ver:ur í leiklutinum sum makkari hjá Óla Johannesen. Ta: merkir so aftur, at Johan Byrial Hansen, sum bert hevur spælt 20 minuttir á besta li:num hjá Horsens hetta kappingarári:, fer á beinkin, uttan at hann tó hevur spælt seg av li:num.
Vinstri bakkur ver:ur helst enn sum á:ur upptikin av Súna Olsen, tó at alt fleiri røddir seinastu tí:ina hava vilja flutt hann longur fram á vøllin. At hetta ikki ver:ur gjørt, hevur tó tvær orsøkir. Fyrst og fremst, so hevur landsli:i: ikki rá: til, at nøkur eksperiment ver:a framd á hesum plássinum, sum so ofta hevur s!nt seg so vi:kvæmt hjá landsli:num. Eftir at Jens Kristian Hansen spældi sín seinasta landsdyst, vór:u fleiri møguleikar troyttir, men ta: var ikki, fyrr enn Súni var: settur á uppgávuna, at ein verulig loysn var: funnin. Ein loysn, sum ta: ikki kann roknast vi:, at venjarin bara sleppur solei:is uttan ví:ari.
Og hartil kemur, at ein Súni Olsen á bakkinum gevur eina eyka dimensión í føroyska álopsspæli:. Me:an ta: fyrstu tvey árini hjá Henriki Larsen serliga var uppspæli: gjøgnum Jákup á Borg í høgru, sum var gró:rarbotnurin undir flestu føroysku atsóknunum. Men sí:ani Súni kom vi:, broyttist hetta. Vi: framúrskarandi bóltførleikanum hevur Súni í sera nógvum førum veri: fyrsta stø:in í uppbyggjandi partinum av føroyska spælinum. Og vi: frálíka sparkiteknikkinum kunnu neyvir bóltar leggjast djúpt inn í mótstø:uverjuna, solei:is at vit eisini tann vegin hava eina skapandi kraft. Ta: eru eginleikar, sum sera fáir a:rir spælarar hava, og heldur ikki er væntandi, at Henrik Larsen vil sleppa tí aktivinum í álopsspælinum.
Ingi byrjar inni
A:rasta:ni mest sum sta:festir Henrik Larsen, at álopi: ver:ur manna: vi: Toda Jónsson og Andrew av Fløtum, og so er bara eftir at seta nøvn á teir f!ra, sum skulu spæla á mi:vøllinum.
Skal naka: negativt síggjast í annars frálíka avrikinum móti írum, so mundi ta: vera, at Claus Bech Jørgensen ikki makta:i uppgávuna serliga væl, tá hann var: settur at spæla hangandi áleypari. Tí er einki at ivast í, at hann nú aftur ver:ur í vinstra bor:i:, har He:in á Lakjuni annars gjørdi ta: so væl seinast. Tá var ta: Julian, sum var á høgra bor:i, men ska:in hjá honum ger helst, ta ta: aftur ver:ur Jákup á Borg, sum setist á hetta plássi:. Ein møguleiki er sjálvandi, at Claus ver:ur settur høgrumegin, fyri at He:in kann fáa enn ein møguleika í vinstru, men sum gongdin hjá KÍ hevur veri: seinastu nógvu umførini, so tykist tann loysnin líti: sannlík.
Annar møguleiki kundi veri:, at Christian Høgni ver:ur settur í høgra bor:, men ver:ur ta: gjørt, so er eingin veruligur áleypari at seta inn, um tørvur er á at skifta ómó:an spælara inn fyri Toda ella Andrew. Og hartil tóktist ein sera tendra:ur Jákup á Borg at spæla sínar bestu landsli:sminuttir í langa tí:, tá hann var: skiftur inn seint í írlands-dystinum.
Rógvi Jacobsen hevur gjøgnum ár og dag røkt nógvar sessir á li:num, men sí:ani dystin í Reykjavík fyri tveimum árum sí:ani hevur felagsnevnarin veri:, at hann byrjar inni. Og ta: ger hann heilt víst eisini hesafer:. Ikki minst, tí hann er ein av teimum fáu føroysku spælarunum, sum stórt sæ: vinnur alt í luftini. Líka miki: hvørjum ta: ver:ur spælt ímóti. Og ver:ur Atli settur í verjuna, solei:is sum gitt er omanfyri, so ver:ur ta: helst Ingi Højsted, sum fær seinasta plássi: á li:num. Ikki minst grunda: á framúr avrikini frá hansara sí:u ímóti bæ:i ÍBV og FC Midtjylland í UEFA-Cup kappingini. Tveir dystir, har Henrik Larsen sjálvur var millum ásko:ararnar, og har venjarin tí sjálvur kundi gera sær eina mynd av, hvussu ungi B36-mi:vallarin er fyri.