Politiið váttar nú, at tveir mans eru handtiknir í sambandi við tað, sum teir halda vera eitt morð í Hvalba
Tað var klokkan 11:15, at politiið fekk fráboðan um eitt deyðsfall í Hvalba. Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður.
Politiið kannar nú málið sum »eitt illgrunasamt deyðsfall«.
Tveir mans, ein 23 ára gamal og 39 gamal eru handtiknir í málinum.
Politiið sigur, at tey avvarðandi eru kunnað.
Vegna kanningararbeiðið vil politiið ikki siga meira um málið fyrr enn einaferð seinnapartin í morgin.
Menninir verða helst framstillaðir í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgin.
Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba
Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba
Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba