Tveir mans handtiknir í Sigrid-málinum

Tað er alt sum bendir á, at líkið, sum í gjárkvøldið varð funnið í Kolbotn, er horvna Sigrid Giskegjerde Schjetne.

16 ára gamla Sigrid hvarv á veg heim til hús náttina til 5. august, og politiið hevur brúkt nógva orku og tíð at leita eftir henni.

Líkið, sum var funnið í gjárkvøldið, lá ikki langt frá staðnum, har Sigrid hvarv, og nú hevur politiið handtikið tveir mans í málinum. Talan er um mann frá Follo, sum er seinast í 60-árunum, meðan hin maðurin er frá Oslo og seinast í 30-unum.

Tað er nógv sum bendir á, at politiið fór at leita eftir einum beinleiðis tipsi, tó at teir einki hava vilja sagt um orsøkina.

Sambært øb.no var tað elitudeildin hjá porska politinum, tilbúgvingardeildin, ið eisini verður nevnd Delta, ið fór at leita. Hetta er sama deild, sum eisini varð sett inn móti Anders Behring Breivik á Utøya.

Sambært vg.no er tað ikki heilt greitt, um líkið hevur beinleiðis samband við Sigrid-málið, men øb.no heldur tað. Foreldrini hjá Sigrid eru kunnað um líkfundið.

Politiið hevur boðað til tíðindafund klokkan 17 føroyska tíð.