Tveir mans skallaðir - og ein kvinna sligin

Tveir mans eru skuldsettir fyri harðskap

Tveir mans eru nú skuldsettir fyri harðskap aftan á lívið, sum hevur verið um vikuskiftið. Í báðum førum var tað í náttarlívinum í Havn, at harðskapurin fór fram og báðir menninir, sum framdu harðskapin, eru tiknir.

 

Í tí eina førinum gjørdi ein maður um seg við eitt skeinkistað í Havn og tað endaði við, at hann skallaði ein duravørð í andlitið, so at hann fekk skaða. Í sama viðfangi sló hann eina kvinnu í bringuna. Tann maðurin er nú skuldsettur fyri harðskap í tveimum førum. Í hesum sambandi er talan um skerpandi umstøður, tí hann hevur gjørt seg inn á ein durvør. Duravørar hava eitt starv, har teir eru í serligum vanda fyri harðskapi og tí eru teir serliga væl vardir í lógini. Tað merkir tann, sum ger seg inn á ein duravør, fær harðari revsing enn annars.

 

Í hinum førinum hendi tað eisini inni á einum skeinkistaði, at ein maður skallaði ein annan í andlitið so at hann breyt eina tonn, umframt at hann kanska eisini hevur fingið aðrar skaðar í andlitið. Bæði málini eru nú á veg í Føroya Rætt.

 

Annars fekk ein maður bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tað, sum áður kallaðist politiviðtøkurnar. Tað fekk hann, tí tá ið løgreglan kom koyrandi, stillaði hann seg fyri politibilin, so hann ikki fekk koyrt, og hann vildi heldur ikki flyta seg. Tá ið løgreglufólkini, so fóru eftir honum, royndi hann at sleppa inn í politibilin. Tað gekk ikki, men úrslitið var, at hann fekk bót fyri ómakin.