Tveir menn, sum eru dømdir fyri at hava roynt at søkt at einum iranskum hernaðarposti í sambandi við mótmælisgongur í landinum fyrr í ár, eru nú avrættaðir í Iran.
Tað upplýsir almenna tíðindatænastan, Mizan í Iran.
Menninir vórðu báðir hongdir, og í Iran verða teir umrøddir sum uppreistrarmenn, sum royndu at fremja hópmorð.
- Teir vórðu dømdir fyri at hava framt brotsverk fyri USA og Ísrael, upplýsir iranski dómstólurin.
Amnesty International sigur, at menninir vóru partir av einum bólki á fýra, sum allir eru dømdir í somu søk.
Felagsskapurin upplýsir, at tilsamans er talan um 11 menn, sum eru í vanda fyri at verða avrættaðir fyri sína luttøku í umfatandi mótmælisgongum í Iran.
Iran hevur leingi verið skuldsett fyri brot á mannarættindini og fyri at noyða fólk at viðganga við píning - og við ov lítlari verju i rættarskipanini.









