Millum tey átjan nøvnini, sum eru á listanum hjá Henrik Larsen undan fyrsta landsdystinum ? hann verður ímóti Liktinstein annan mikudag ? er einki spildurnýtt navn. Allir, sum hava fingið boð, hava verið við í altjóða skrásettum landsdystum.
Men umframt teir átjan hevur venjingar biðið fýra spælarar afturat um at venja saman við landsliðnum. Tveir teirra ? Arnbjørn Danielsen og Jóhannis Joensen ? hava áður spælt landsdystir, meðan hinir báðir ikki áður hava verið saman við a-landsliðnum.
Teir báðir spildurnýggju menninir, sum eru úttiknir at venja, og harvið kunnu koma nærri átjan manna hópinum, eru Ove Nysted og Atli Danielsen, sum báðir eru úr KÍ.
Jógvan Martin Olsen undirstrikar, at hesir báðir ikki eru úttiknir til landsliðið, men at teir bara skulu venja við undan landsdystinum. Men tað er klárt, at tá venjarin og hjálparvenjarin í fýra dagar fara at hava spælararnar undir hond, so verða teir vigaðir.
Jógvan Martin Olsen kennir væl Atla Danielsen, sum hann hevur verið venjari hjá á U?17 og U?19 landsliðunum. Serliga hesi bæði seinastu árini hevur Atli Danielsen, sum er nítjan ára gamal, ment seg til at vera ein av stuðulsspælarunum á liðnum hjá KÍ.
Toppliðini eiga teir flestu
Teir átjan spælararnir, sum eru úttiknir til dystin ímóti Liktinstein, eru kendir menn. Tveir teirra ? Jákup Mikkelsen og Christian Høgni Jacobsen ? spæla fótbólt uttanlands. Allir hinir eru úr føroysku feløgunum, og burtursæð frá Óla Johannesen úr TB, so umboða allir hinir tey fimm seks feløgini, sum eru ovast í landskappingini.
Málverjar eru Jens Martin Knudsen, NSÍ, og Jákup Mikkelsen, Molde. Útispælararnir eru Óli Johannesen, TB, Pól Thorsteinsson, NSÍ, Hans Fróði Hansen, B68, Jón Rói Jacobsen, HB, Súni Olsen, GÍ, Heðin á Lakjuni, KÍ, Hjalgrím Elttør, KÍ, Julian Johnsson, B36, Sámal Joensen, GÍ, Fróði Benjaminsen, B68, Jákup á Borg, B36, John Petersen, B36, Andrew av Fløtum, HB, Helgi L. Petersen, NSÍ, Rógvi Jacobsen, HB og Christian Høgni Jacobsen, Vejle Boldklub.
Merkisvert er tað, at eingir spælarar úr Suðuroy eru millum teir fyrstu átjan, og at heldur eingin er millum teir fýra, sum skulu venja saman við hinum. Palli Augustinussen úr VB var við á venjingarleguni á Kýpros, og Dan Mortensen úr TB hevur viðhvørt verið nevndur sum møguligt landsliðsevni. VB er nummar sjey, og TB er nummar níggju í landskappingini, og hesa ferð varð ikki pláss fyri spælarum úr hesum feløgunum.
Landsliðið skal eftir ætlan savnast annan leygardag, og dysturin ímóti Liktinstein verður mikudagin í aðru viku.