Landsliðið
Mikukvøldið savnaðist føroyski landsliðshópurin til komandi uppgávurnar móti Sveis og Írlandi.
Úr Danmark komu Henrik Larsen, landsliðsvenjari, saman við Gunnari Nielsen, Jón Róa Jacobsen, Johan Byrial Hansen, Andrew av Fløtum og Claus Bech Jørgensen, sum hevur vant í Horsens, síðani enska kappingin endaði. Og úr Íslandi kom Rógvi Jacobsen, sum í ár er einasti landsliðsspælarin har á leiðini.
Atli ella Byrial
Sum vant, so verða nakrar venjingar á skránni, áðrenn landsliðsvenjararnir endaliga gera av, hvussu liðið fer at síggja út, tá farast skal inn á vøllin.
Tvær venjingar eru á skránni bæði hós- og fríggjadagin, og vanliga er tað ikki fyrr enn eftir hesar, at gjørt verður av, hvussu liðið fer at síggja út.
Men hóast venjingarnar enn ikki hava verið, so kann helst longu nú staðfestast, at talan neyvan verður um tær kollveltandi broytingarnar í uppstillingini. Nýggjur maður skal finnast fyri Pól Thorsteinsson á høgra bakki, og á miðvøllinum er Julian Johnsson leikbannaður til fyrsta dystin, og helst verða tað hesir báðir spurningarnir, sum landsliðsvenjararnir fara at nýta mestu orkuna til hesar dagarnar.
Tí líkist tað eini uppstilling við Jákup Mikkelsen í málinum og eini miðverju við Óla Johannesen og Jón Róa Jacobsen. Á vinstra bakki hevur Súni Olsen ferð eftir ferð verið millum bestu føroysku spælararnar, og tó at tað kanska kundi verið freistandi at flutt hann longur fram á vøllin, so má helst roknast við, at hetta ikki verður gjørt. Einamest tí hópurin ikki inniheldur so øgiliga nógv alternativ til plássið á bakkinum.
Á høgra bakki eru so nakrir møguleikar at velja ímillum, men mest upplagdur av hesum tykits vera Johan Byrial Hansen. Hóast avrik hansara á landsliðnum hava verið nakað misjøvn, síðani hann á heysti 2001 debuteraði móti júst Sveis, so er her talan um ein spælari, sum hvørja viku er fastur maður hjá einum liði, sum fyri tað mesta hevur havt beina kós móti donsku superliguni.
Onnur alternativ kundu her verið Atli Danielsen og spildurnýggi Mortan úr Hørg, eins og Christian Høgni Jacobsen eisini onkra tíð hevur verið royndur á plássinum. Men meðan Mortan helst er ov feskur at tveita beint inn á liðið, so er Atli helst meira upplagdur sum gardering á miðvøllinum, meðan tørvur helst eisini verður á Christiani Høgna í álopspartinum. Tað er tó áhugavert í hesum høpi, at Atli á pappirinum er úttikin sum verjuleikari, og tí verður tað helst fyrst og fremst hann, sum skal dystast við Johan um plássið á bakkinum.
Rógvi inn á miðvøllin
Á miðvøllinum tykjast tey trý fyrstu plássini vera rimmarføst. Jákup á Borg og Claus Bech Jørgensen verða helst settir á kantarnar báðar, meðan Fróði Benjaminsen kann roknast at verða annar av sentralu miðvallarunum. Eisini hóast hann í heimligu kappingini hevur verið meira sannførandi sum miðverji higartil í ár.
Sum makkara til Fróða gita vit, at Rógvi Jacobsen verður valdur. Rógvi hevur seinastu tíðina strítt seg til eitt alt meira fast pláss millum teir fyrstu ellivu, og tó at hann hevur reika millum álop og verju ? og onkra tíð sum kantspælari ? so er helst lítið at ivast í, at hann hesaferð er maðurin, sum kemur mitt á. Ikki minst tí arbeiðsorka hansara nærum kann sammetast við hana, sum Julian Johnsson plagar at leggja fyri dagin, tá hann er partur av liðnum.
Av øðrum møguleikum á miðvøllinum er helst vert at leggja til merkis Inga Højsted. Hann hevur enn bara tann eina landsdystin á baki, men higartil í ár hevur hann verið millum avgjørt bestu spælararnir hjá B36, og heldur ikki hansara arbeiðssemi bilar nakað sum helst.
Heðin sum fjórða valið
Soleiðis gita vit, at talan verður um eina 4-4-2 uppstilling, og í hesari er sum so rættiliga opið, hvørjir teir báðir áleypararnir á liðnum verða.
Her stendur valið helst serliga millum Andrew av Fløtum, Christian Høgna Jacobsen og Jónhard Frederiksberg, meðan Heðin á Lakjuni ivaleyst má roknast sum fjórði møguleikin í hesum. Tó at hann eisini kann nýtast sum alternativ á vinstra kanti.
Andrew hevur seinastu tíðina verið fastur fúsur í álopinum hjá Fremad Amager, og roknast kann við, at hann verður partur av liðnum hesaferð. Ikki minst, tí John Petersen ikki longur er á liðnum, og at tørvur tí er á einum manni, sum megnar at halda upp á bóltin, tá spælt verður niðan.
Og so stendur dysturin millum Jónhard og Christian Høgna um seinasta plássið. Her hevur Jónhard í eitt ár arbeitt seg fram til eina góða støðu í hópinum, men eftir skaðasteðgin tykist Christian Høgni vera komin væl fyri seg, og saman við eyka royndunum, sum runavíkingurin hevur, verður tað tí kanska hansara uppgáva at vera fremsta føroyska álopshóttanin.