Hóast liðið er ungt og nógv er nýtt, so hevur tað eydnast EB/Streymi at vinna seks stig og harvið at lyfta seg burtur frá teimum niðastu. EB/Streymur hevur higartil í ár verið partur av trimum innanhýsis uppgerðum millum tey fimm, sum nú eru í niðaru hálvu av støðutalvuni.
EB/Streymur hevur vunnið á heimavølli ímóti bæði TB (2-0) og Skála (1-0) og taðt á útivølli ímóti ÍF (2-1).
Í kvøld verður EB/Streymur gestur á Argjum. AB er fýra stig aftanfyri EB/Streym. Tey bæði stigini eru vunnin í javnleikum á heimavølli ímóti Víkingi (0-0) og á útivølli ímóti Skála (1-1).
Sambært faroesoccer.com plagar EB/Streymur at standa seg væl í Vika á Argjum.
Har hevur AB ellivu ferðir havt vitjan úr Sundalagnum, og níggju ferðir hava gestirnir havt stig í viðførinum, tá ið teir eru farnir norðuraftur. Í 2018 vann AB 2-0, og í 2013 vann AB 3-1. EB/Streymur hevur vunnið fimm ferðir, og fýra ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 12-16.
Argjamenn minnast vónbrotið í ólavsøkudystinum í fjør, tá ið EB/Streymur javnaði til 1-1 í 97. minutti.
Hjá AB er tað kærkomin styrkur, at Eli S. Christiansson aftur er í felagnum. Í fjør varð hann alt meiri lyklaspælari, áðrenn hann miðskeiðis í august fór av landinum í útbúgvingarørindum. Hans Jákup Anfinnson og Rógvi Poulsen eru framvegis skaddir.
Hjá EB/Streymi er Gestur B. Dam nýggjur á liðnum. Hann fór av landinum í august í fjør. Nú eru nakrar vikur, síðani hann var aftur í Føroyum. Sóttarhaldið er liðugt, og í kvøld verður Gestur B. Dam millum teir fyrstu ellivu.
Gamli málrevurin og hjálparvenjarin hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen, plagar at eiga onkran leiklut á vøllinum, tá ið talan er um lyklauppgerðir. Tað fer hann ivaleyst eisini at eiga í kvøld. So fæst at síggja, um tað verður millum teir fyrstu ellivu ella eina løtu í seinna hálvleiki. Ímóti B36 var Andras Ó. Olsen á beinkinum alla tíðina. Í kvøld verður hann í miðverjuni.
Teitur D. Olsen er tøkur aftur eftir leikbann, meðan Poul G. Olsen, Hjalti K. Djurhuus og Bjarki Zachariasen eru skaddir. Bjarni Petersen er fluttur aftur til B36.
AB – EB/Streymur: Aron Sofus Vest kl. 18.00.