Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur valt tveir nýggjar stýrislimir í Dugna.
Talan er um Tóru við Keldu og Martin Karl Olsen. Hesum boðar Almannamálaráðið frá í dag.
Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD, og Martin Karl Olsen er 1. varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.
Nýggju stýrislimirnir eru valdir í eitt fýraára skeið fram til 30. juni 2024, skrivar Almannamálaráðið.