Tveir persónar hava sovið í brummuni nátt

Um tveytíðina í nátt var boðað frá bardaga uttan fyri eitt skeinkistað í Havn

 


Tað endaði við, at ein persónur varð handtikin og settur í brummuna. Hann er síðani skuldsettur fyri harðskap og verður møguliga skuldsettur fyri okkurt annað eisini. Hetta málið verður kannað víðari, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Ein annar persónur hevur eisini gist í brummuni í nátt. Hann var tikin, tí hann var rættiliga drukkin og lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Í Sørvági, har Countryfestivalur hevur verið, var ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar.