Tveir Præstø-næmingar útskrivaðir

Donsk bløð vita í dag at siga, at tveir av teimum 7 næmingunum í sonevndu Præstø vanlukkuni nú eru útskrivaðir av Hammel Neurocenter. Tveir av teimum sjey næmingunum frá Lundby Efterskole, sum hava ligið á Hammel Neurocenter síðani bátavanlukkuna á Præstø fjørði er nú útskrivaðir.

Varaskúlastjóri á Lundby Efterskole, Lars Jensen, sigur við TV2 Øst, at tveir av næmingunum eru útskrivaðir.

Í alt sjey næmingar vórðu innlagdir á Hammel Neurocenter eftir vanlukkuna 11. februar.

Tað gongur framá hjá øllum, sigur Lars Jensen við TV2 Øst.

Hann vil tó ikki upplýsa, um næmingarnir eru lagdir inn aðrastaðni, um teir eru heima ella á skúlanum. Heldur ikki vil hann siga, hvørjar næmingar talan er um, skriva donsk bløð.