Tveir sigrar og nýggjur sangur til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Umframt tveir sigrar hjá Tvørabátinum og Firvaldi, so settu tvøramenn eisini eitt met í dag.

Tað eru sera mong ár síðani, at bátur úr felagnum hevur vunnið, men í dag á ólavsøku vunnu tveir bátar hjá felagnum; Firvaldur og Tvørabáturin.´

Nýggjur kappróðrarsangur er skrivaður til felagið og er innspældur í gjárkvøldið og í nátt. Og heppið er tað, tí sangurin hevur ljómað tvær ferðir í Kringvarpinum í dag.

Tað er Dagfinn Olsen, ið eigur orð og lag, meðan Jonhild A. Nielsen og Hjalmar Magnussen syngja. Hjalmar og Dagfinn leika guitar, og Árni Joensen og Knút H. Nielsen hava forritað. Sangurin er at hoyra á heimasíðuni www.myspace.com/icast1