Hanus Andreassen ummælir:
UNDERGROUNDTING II eftir Jóanes Nielsen er greinasavn, vakurt prentað, við klárari Times skrift, á tvíteigaðum síðum. Teir 33 tekstirnir í bókini eru allir sprotnir úr onkrum ávisum høvi. Her eru ummælir av bókum, sjónleikum og filmum, her eru minningarorð, eftirmælir, røður, essaykendar hugleiðingar, føðingardagsheilsur og politiskar viðmerkingar.
Hevur tú morgungron, tá ið tú setir teg at lesa eina grein eftir Jóanes Nielsen, kann væl vera, tá tú ert liðugur at lesa, at gronin er munandi tognað. Tað øvugta kann eisini henda. Og hetta hendi í hvussu er meg, tá eg hevði lisið hetta savnið. Eg hevði líkasum eina kenslu av, at eg dró andan lættari. Hetta hevur ivaleyst lutvís nakað at gera við stíl og myndamál.
Skuldu vit útnevnt ein herovasta at standa á odda í krossferðini móti tí tugdu máliskuni, kundi væl hent, at Jóanes fekk starvið. Hansara myndir og samanberingar eru ofta ramligar og upprunaligar. Aftrat tí koma humor og sjálvspei, sum gera, at analar tilsipingar og skatologisk hugasambond ikki fara í rangastrupan ? og viðhvørt enntá hava yvir sær ein farra av sakloysi. Her eigur ikki at verða gloymt, at greinskrivarin er skald, so at tað viðhvørt kann tykjast, sum greinarnar hýsa yrkingum á ymiskum stigum fram ímóti skapan.
INNIHALDSLIGA RINGJA hesar greinar seg ? við høvundsins hugráki - ymsar og krókutar vegir. Ein minnisgrein gandar fram umhvørvið í Havnini í 60-árunum, eitt filmsummæli tekur dik á seg og endar sum ein rámandi politisk viðmerking. Um ein heldur seg til henda partin, so er Jóanes eftir mínum tykki bestur, tá hann bersøgin lýsir politisk og vinnulig ólíkindir í Føroyum, eitt nú í 80-árunum.
Minni væleydnaðir ? mest at líkna við spjálk hjá einum, ið ikki dugir at halda sær uppi - eru tekstir, har Jóanes roynir at klína eitt sindur av gipsi í benið á messiasmyndum, sum fullu og med alla fóru í sorl í 1989. Orsøkin kann vera, at Jóanes stutt og greitt veit ov lítið um ta rørslu, sum sokallaðir marx-leninistar á sinni hevjaðu upp til at vera eitt slag av gulløld í søgu 20. aldar: ein rørsla, sum í dag kann lýsast sum heimsfascismunnar ótespiligi, reyði tvíburi.
EITT TAÐ mest áhugaverda í Undergroundting II eru Jóanesar viðmerkingar til føroyskan politikk tey tvey seinastu árini. Sum væntast kann, falla mong høgg á javnaðarflokkin. Sjálvur haldi eg, at hesin flokkur ? sum hansara skylda er ? hevur megnað at veitt samgonguni kvalifiserað politiskt mótspæl í týðandi málum. Samstundis vil eg geva Jóanesi rætt í, at flokkinum tykist at mangla hugflog, og ein kann undrast á, hví hugtakið ríkisfelagsskapur er blivið ein conditio sine qua non, ein ásur, sum øll onnur mál eru treytað av og snara um. Sum um ein ikki ? um viljin var til staðar - kundi hugsað sær eitt framhald av tí samstarvi, sum nú er við Danmark, í einum ríkjafelagsskapi millum sjálvbjargnar javningar.
Líka so áhugaverdar sum sipini til javnaðarflokkin eru Jóanesar atfinningarsomu viðmerkingar til samgongunnar politikk. Jóanes Nielsen er ein tann fyrsti at gera vart við tað merkiliga, at politiskar kreftir, ið ætla at fylkja eina tjóð til at fara undir eitt nýtt og glæsiligt politiskt tíðarhvarv, leggja fyri við at skipa eina smala samgongu. ?Harmiligt?, skrivar Jóanes, ?og samstundis illgrunavert?. Tað skal eg halda!
Hin tátturin, sum Jóanes grannsíggin tekur upp, er vandin við tí karráu nýliberalismuni. Um henda vandan, sum ? saman við tí møguleika, at samhaldsfestisklípið verður otað burtur úr tí sosialpolitiska garðinum ? kann fara at darva samgongunnar stjórnmálaligu ætlanum, skrivar Jóanes:
Víst hevur núverandi samgonga sett ein stásiligan politikk út í kortið. Men tann kósin er ikki teirra privata kós. Tað er kósin hjá tjóðini. Um Finnbogi Arge og aðrir ?Enemy of the State? í sama viðfangi leggja seg eftir at oyðileggja alt, sum eitur almennar fyritøkur, tá verður fullveldið hjá okkum bara tóm leiktjøld.
SUM STÍLMEISTARI hevur Carl Jóhan Jensen markað sær eitt serligt pláss av í føroyskari prosaskriving. Tað tykist, sum roynir høvundurin í óbundnum máli at gera nakað tað sama, sum hann nú í nøkur ár hevur gjørt í yrking: við málsligum og formligum nýleika at kveikja nýuppliving. Stílurin tykist at umboða eina kynstruga samanseting av ? øðrumegin ? nýyrðum og sjáldsomum orðavali og ? hinumegin ? hevdbundnum gerandismáli, og hansara ritroyndir kunnu kanska líknast við ein Viderø-tekst, ið er stroyddur við brotum úr modernaðum leikritum.
Høvundurin skiftir ímillum ørstuttar setningar og fossar av joycekendum hugasambondum. Her er ljóðfall. Her er musikalitetur. Og tað er ikki sørt, at orðini stundum hava hug at danda - ella taka saman og fara upp á gólvið! Viðhvørt hava hesar ritroyndir ein sjóndæmdan farra. Yvirsjónirnar hjá Carl Jóhan hava kortini einki hvørki við pátrúgv ella átrúna at gera. Tær verða brúktar til at lýsa eitt evni og tæna stundum einum polemiskum ella speiligum endamáli.
Greinasavnið Mentir og mentaskapur er sett á smølum, avlongum síðum, við skørðutari høgramargu. Uppseting og stavir hava ein vandnan dám og tykjast at hóska til ta ? kámu - kenslu av kræsni, ið kann bera við lesaran, tá ið hann setir seg við bókini. Í savninum eru 7 tekstir. Tann fyrsta langa greinin er ein ritroynd ella eitt essay, har høvundurin lýsir ta føroysku mentunarligu sjálvsmyndina, sum ? sambært honum ? í stóran mun byggir á søgu- og medvitsloysi. Seinasti teksturin er ein røða, høvundurin helt, tá skaldið og tónasmiðurin Regin Dahl í fjør vetur sum fyrsti føringur fekk mentunarvirðisløn landsins.
ÍMILLUM RITROYND og røðu eru fimm tekstir, allir skrivaðir til útvarpstáttin Vetrarbreytina. Í hesum tekstum ger høvundurin ? ígjøgnum málgagn sítt, tann ofta fynduga og speiska íslendska fornmentafrøðingin Malakoff ? viðmerkingar til brigdi í nýggjari føroyskari søgu og í europeisk-føroyskari mentan. Eitt nú brúkar fróðarmaðurin Malakoff ta gitnu yrkingina Selige Sehnsucht ? Sælur longsul - eftir Goethe til at lýsa sína - sera atfinningarsomu ? støðu til ta kristnu og platonsku tvíningshugsan, hann hoyrir borna fram í Havnar kirkju. Ummælarin kann ikki annað enn fegnast um, at Koffurin hevur so góðan smakk, og eg haldi eg fari, nú høvi býðst, at lesa seinasta ørindi á yrkingini upp, sum hon ljóðar á Goethes ediliga móðurmáli:
Und so lang du das nicht hast,
Dieses: Stirb und werde!
Bist du nur ein trüber Gast
Auf der dunklen Erde.
Leysliga umsett ljóðar ørindið soleiðis: Og so leingi tú ikki dugir kynstrið at doyggja og verða endurføddur, ert tú bara ein syndarligur gestur á tí døkku fold.
Partar av tekstunum í Mentum og mentaskapi bera boð um, at Carl Jóhan ? antin tað kemur til sjóndar í stíli ella støðulýsingum ? ikki er fyri ongum sum skemtari. Sum dømi kann eg nevna ein tekst, har Koffurin, staddur inni í ølklubbanum Tórshøll, sigur sína hugsan um tann ? eftir hansara tykki ivasama - føroyska samleikan. Knappliga reisist ein klubbagestur við skrambul og gang:
Buksuskrevið er vátt sæst, og innarumegin á lærinum. Hann stendur yvirhallur, maðurin. Eitt eygnablunk. So fettir hann sær á og sigur brátt og høpisleyst: Ich bin ein Berliner, sigur hann og dumsar niður á stólin aftur.
FARA VIT til innihaldið, og hugsa vit um próvgrundað sjónarmið, so er eftir mínum tykki ikki altíð so nógv veiggj hvørki í Carl Jóhan ella Koffinum. Í ritroyndini Endurkoman ? sum eg sipaði til beint nú - ger Koffurin sum nevnt viðmerkingar til tann føroyska samleikan, skoðaðan úr ljósinum frá tí politisku gongdini her tey seinastu tvey árini. Heitið á hesum teksti sipar til ta gitnu yrkingina The Second Coming eftir írska skaldið W.B. Yeats, ein meistarayrking frá 1917, sum kann sipa til ymisk viðurskiftir ? og sum eitt nú kann lesast sum ein framskygdur tekstur peikandi fram ímóti 20. aldar moralska rásaloysi og messiansku og utopisku brotsmannrørslum.
Koffurin heftir seg kortini ikki við hjartað í yrkingini, men brúkar myndina í teimum báðum fyrstu reglunum ? av falkinum, sum ikki longur hoyrir sín temjara og villist av kós ? til at lýsa tann føroyska tjóðarsamleikan, sum ? sambært Koffinum og skapara hansara ? er í tvíningum.
Myndin av tí føroyska ?tvímiðjumeldrinum? er forkunnug og áhugaverd. Men sjálvur haldi eg, at høvundurin her skjýtur fram við málinum. Í fyrsta lagi haldi eg ikki, at myndin gevur eina beinrakna lýsing av føroyskum tjóðarsamleika, sum hann er í dag. Í øðrum lagi kundi verið ómakin vert at spurt: og um henda myndin skuldi verið røtt ? hvat so? Í heiminum ? ikki minst tí margbroytta Europa ? eru ivaleyst mong dømir um einstaklingar ella tjóðarbólkar við blandaðum samleika. Kravið um okkurt slag av samleikaligum reinleika tykist mær lutvís at vera ein tíðarvilla ella anakronisma og lutvís partur av einum hugsunarhátti, sum vit hóskandi kunnu bera inn á fornminnissavnið yvir øldina, ið um fáar dagar er runnin.
EG HAVI at skoyta uppí her, at tað kann undra ein, at føroysk mentafólk, sum í talum og greinum royna at viðgera tann føroyska politiska ivan, ongantíð koma inn um skræðuna. Sum heild er teirra viðgerð sjáldan annað enn tautologi ella tvísøgn. Føringar ivast, tí at føringar ivast. Føringar eru ósamdir, tí at føringar eru ósamdir. Ein bíðar bara eftir, at okkara skald fáa onkran lækna at finna íleguna (genið) til tvímiðjumeldurin ? sum so hóskandi kann vera reinskað burtur úr okkara tjóðarlikami av DECODE.
Tann víðagitni skeggabbin, hvørs bein liggja og fúna undir svørðinum í Highgate kirkjugarði í Norðurlondon ? Karl Marx hugsi eg hann æt - hevði annars kunnað fortalt teimum, at okkara politiski ivi í roynd og veru m.a. speglar aftur landafrøðiligar, búskaparligar og natúrgivnar avmarkingar. Antin ein er fyri ella ímóti fullveldi, kann tað neyvan vera annað enn rætt at taka beint í bringuna á veruleikanum og sannkenna hann.
HESI BÆÐI tekstasøvnini eftir Jóanes Nielsen og Carl Jóhan Jensen umboða greina- og ritroyndaskriving á rættiliga høgum støði. Her er harmur, ovfarakæti og groteskt skemt. Hvat stíli viðvíkir, liggja høvundarnir, tann fyrra við sínum myndamáli, tann seinni við skrivingarlag og orðavali, á odda í royndunum at leita burtur úr eintætti og fótatraðki. Sum heild eru hesir tekstir sum gjørdir til at verða brúktir eitt nú í bókmentaundirvísing.
Tann frástøða í evnisviðgerð, sum eyðkendi eitt nú Jørgen-Frantz Jacobsen, saknast kortini í mongum av hesum tekstum. Og ein spyr seg sjálvan, nær føringar ? tá teir viðgera seg sjálvar ? fara at leggja tær mytologisku brillurnar frá sær.
Á gáttini inn í 21. øld takki eg fyri tveir ramligar duradrykkir.
Jóanes Nielsen: Undergroundting II. 143 krónur.
Carl Jóhan Jensen: Mentir og mentaskapur. 120 krónur.
Hestprent hevði umbróting og prent um hendur.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.