Tveir útisetar á u20-landsliðnum

U20 landsliðið í hondbólti skal taka lut í EM-undankapping í Skojpe í Makedonia.

U20 landsliðið við monnum er í dag farið av landinum. Teir skulu taka lut í EM-undankapping í Skojpe í Makedonia.

 

Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Litava leygardagin.

 

U20 menninir hava vant dúgliga seinastu mánaðirnar. Teir, ið manna liðið, eru menn í bestu føroysku deildini og tveir garpar, ið eisini vóru á U21-landsliðnum, sum var til HM-endaspælið í Algeria í fjørsummar. Høvuðsvenjari er Mark Lausen-Marcher og hjálparvenjari er Hjalmar Klein Olsen.

 

Til ber at fylgja U20 landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U20 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.

 

Landsliðshópurin:

Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt

Aron Kallsberg Jacobsen, Team Klaksvík

Ólavur av Fløtum Mittún, Kyndil

Tróndur Wardum, Kyndil

Bartal Klein Olsen, Kyndil

Jóni Guttesen Viderø, Kyndil

Leivur Mortensen, H71

Vilhelm Poulsen, H71

Niklas Højgaard Hanusarson, H71

Bergur Ákason, H71

Petur Dahl, H71

Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt

Agga í Garðastovu, VÍF

Hallur Arason, VÍF

Høgni Zachariassen, Neistin

Djóni Jansson Petersen, STÍF