Tveir treylarar í ógvusligum samanstoyti í Søldarfirði

Klokkan 16.45 fekk løgreglan fráboðan um, at tveir treylarar eru rendir saman í Søldarfirði. Báðir treylararnir eru farnir í knús og ein teirra er rullaður oman í túnið hjá fólki í Søldarfirði.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at umframt treylararnar, var eisini ein persónbilur blandaður í samanstoytin.

 

- Tað letur til, at treylararnir raktu persónbilin á vegnum, sigur vakthavandi.

 

Løgreglan var á staðnum fáar minuttir eftir fráboðanina. Enn er ikki boð um, at nakar hevur fingið skaða, men sjúkrabilurin er sendur á staðið.

 

Ferðslan verður tarnað av hesum, tí treylararnir fóru báðir í knús og tí er ikki koyrandi eftir vegnum. Tí verður ferðslan leidd eftir gamla vegnum, sigur vakthavandi.

 

in.fo fylgir málinum.