Í minsta lagi tvey fólk eru dripin og 15 fólk hava fingið løstir í einum skottilburði í einum náttklubba í Flordia. Tað skrivar amerikanskir miðlar.
- Í minsta lagi 17 persónar eru skotnir, sigur Jim Mulligan, talsmaður fyri lokalu løgregluna, við Wink news.
Sambært NBC, so er tað í Club Blu náttklubbanum í Fort Myers, at ein persónur skal hava skotið gestirnar í einum náttklubba. Náttklubbin skipaði fyri einum kvøld fyri tannáringum í økinum, tá álopið hendi.
Løgreglan hevur handtikið ein persón, men illgruni er um, at hann ikki var einsamallur. Enn er ikki greitt hvørji motivini eru fyri álopið.
Álopið hendir bara nakrar fáar vikur eftir, at ein maður drap 49 fólk í einum náttklubba í Orlando, Florida.