Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið. Men tað hevur verið hált, og tað er komið óvart á onkrar bilførarar.
Í Fuglafirðið gleið ein bilur út av, men eigarin syrgdi sjálvur fyri at fáa bilin upp aftur, og í einum svingi á landsvegnum oman fyri Porkeri misti ein bilførari tamarhaldið á bilinum, og fór út av.
Bilurin fór runt, men talan var bara um materiellan skaða. Løgreglan sigur, at bilurin var skøddur við góðum vetrardekkum, og tað hevur týdning fyri málið, tí frá 1. desember til 30. apríl, er ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku.
Og í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna av Argjum at boða frá, at onkur hevði verið í kjallaranum hjá teimum og stolið øl. Tað er óvist nært tað er hent, tí ølið varð keypt beint fyri jól, men tey varnaðust ikki stuldurin fyrrenn í gjárkvøldið. Talan var um hálvan annan kassa av ølið, men løgreglan sigur, at tey hava onkrar slóðir at fylgja í tí málinum, so tað verður kannað.