Tvey føroyingalið sigraðu í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Nicholas Satchwell stóð framúr væl í málinum hjá KA, og føroyingarnir í Fram skutu væl av málum

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.

 

Á Akureyri stóð føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell ein rimmar dyst tá lið hansara, KA vann 23-18 á Víkingi Reykjavík. KA var á odda 12-9 í steðginum. 

 

Nicholas Satchwell bjargaði heili 18 royndum hjá Víkingi, ið svarar til eitt bjargingarprosent uppá 50 prosent.

 

Pætur Mikkjalsson skoraði eitt mál fyri KA í kvøld.

 

Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen gjørdu góðan mun hjá Fram, ið vann á 29-23 á Selfossi á heimavølli. Fram var á odda 15-11 í steðginum.

 

Vilhelm Poulsen skoraði heili níggju mál, og Rógvi Dal-Christiansen skoraði fýra mál. Vilhelm skoraði trý av málunum uppá brotskøst. Rógvi skoraði fýra mál uppá seks royndir. Vilhelm skoraði níggju mál uppá 16 royndir.

 

KA hevur fullan pott, fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar. Fram hevur tvey stig fyri tveir dystir.

 

Liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV hevur tvey stig fyri ein dyst.

 

10. oktober tekur liðið hjá Dánjali, ÍBV móti KA úti í Heimaey.