Tvey fólk funnin deyð á somu adressu í Tasiilaq

- Hetta er illgrunavert, sigur Grønlands Politi

Grønlands Politi kannar nú tvey deyðsføll á einari og somu adressu í grønlendska býnum, Tasiilaq.

 

Í stuttum tíðindaskrivi sigur løgreglan, at talan er um tvey illgrunaverd deyðsføll, sum tey nú eru í holt við at kanna.

 

Tað var stutt fyri middag grønlendska tíð í gjár, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan.

 

- Fráboðanin førdi til, at tvey fólk stutt eftir vórðu funnin deyð á einari og somu adressu í Tasiilaq.

 

Løgreglan er í holt við kanningararbeiðið, og tey halda, at talan er um illgrunaverdar umstøður.

 

- Av tí, at hetta er hent so nýliga, kunnu vit ikki gera fleiri viðmerkingar til málið í løtuni, sigur Grønlands Politi.

 

Løgreglan leggur tó aftrat, at bæði deyðsføllini verða kannað.