Tvey frímerki um Fuglafjørð

Nú Fuglafjarðar kommuna kann hátíðarhalda sín 100 ára dag sum sjálvstøðug kommuna, gevur Posta út tvey forvitnislig frímerki.

Í samband við, at Fuglafjarðar kommuna í ár verður 100 ár sum sjálvstøðug kommuna, gevur Posta út tvey frímerki við forvitnisligum myndaevnum úr Fuglafirði.

 

Almenn móttøka verður í samband við útgávuna, og henda verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hin 23. apríl frá klokkan 15-17.

 

Við móttøkuna fer Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini hjá Posta, at bjóða vælkomin. Suffía Nón, sum hevur sniðgivið frímerkini, verður eisini til staðar.

 

Á tiltakinum fara Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingur og Kristina Gry Berg frá kunningarstovuni í Fuglafirði, í stuttum at greiða frá søgunum aftan fyri frímerkini.

 

- Til ber til at ogna sær frímerkini henda dagin í Fuglafirði. Góðbitar og okkurt at leska sær við frá Muntra verður at fáa, og næmingar úr sangleikabreytini hjá Fuglafjarðar skúla fara at framføra nøkur løg frá Tarzan-leikinum.

 

Posta og Fuglafjarðar kommuna lata frætta og siga, at tiltakið í Mentanarhúsinum er ókeypis, og bæði børn og vaksin eru hjartaliga vælkomin.