Tvey frystilínuskip eru á Flemish Kap

- Línuskipini, sum fiska í føroyskum sjógvi, fáa mest av longu, brosmu og nakað av toski og hýsu

 

 

 

Í løtuni fiska trý frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum. Haraftrat eru tvey frystilínuskip á Flemish Kap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í morgun at siga, at lítil ísfiskaveiða er við línu í løtuni, men væntandi er, at eitt ísfiskalínuskip fer útaftur í næstum.

 

Sagt verður, at línuskipini, sum fiska í føroyskum sjógvi, fáa mest av longu, brosmu og nakað av toski og hýsu.

 

- Frystilínuskipið, sum er á Íslandsrygginum, fær mest av toski, blálongu og svartkalva, og línuskipini á Flemish Kap fáa mest av toski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at onkur frystilínuskip aftrat helst fara útaftur í næstum.

 

- Streymurin er góður, men harðnar út á næstu vku. Veðrið verður hampiligt, og væntandi verður nakað av útróðri, verður lagt aftrat.