Badminton: Tvey gull og eitt silvurheiðursmerki við heim úr Farum

Síðsti bólturin, hesaferð, er sligin í kappingini í Farum.

 

Dagurin byrjaði við hálvfinalu í einmansleiki hjá gentum. Inga Guðrin Samuelsen møtti einari gentu úr Danmark, og vann hon hana trygt - 2-0. Settúrslitini vóru 21-7 og 21-10.

Finaluna vann Inga Guðrin Samuelsen uttan dyst, tí svenski leikarin trekti seg - so gull til Ingu Guðrin.

Síðsti dystur var ein rein føroysk finala í tvímansleiki hjá gentum. Her møttust Sarita Kvilt/Tóra Erlandsdóttir og Inga Guðrin Samuelsen/Hansina Mouritsen.

Tær spældu ein sera spennandi og drúgva finalu. Settini endaðu 21-19, 19-21 og 22-20.

So gull og silvur til Føroyar.

Dreingirnir møttu harðari mótstøðu, men stóðu seg væl og fingu læruríkar og mennandi dystir við sær heim.

Allir leikarar hava kýtt seg á vøllinum og koma heim aftur við nógvum upplivingum - bæði á vølli og uttanfyri.

Eitt væleydnað vikuskifti fyri føroyskt badminton.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##