Tvey línuskip sigla heim av Flemish Kap

- Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við nógvum útróðri í næstu viku

 

Í løtuni fiska trý frystilínuskip í føroyskum sjógvi, eitt er í Eysturgrønlandi, og tvey sigla heim av Flemish Kap.

 

- Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi útaftur, tá veðrið batnar.

 

Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Skipini, sum eru í føroyskum sjógvi, fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Skipini á Flemish Kap fáa mest av toski og sama er í Eysturgrønlandi.

 

Lagt verður aftrat, at væntandi fer okkurt frystilínuskipið aftrat út í næstum.

 

- Streymurin verður brúkiligur í vikuni, sum kemur. Veðrið verður hampiligt, og vit vænta nógvan útróður, siga tey Fiskamarknaði Føroya í dag.