Í donsku 2. deild, bólki 2 tók Fremad Amager ímóti Næsby í dag.
Tað eydnaðist Fremad Amager at vinna 2-0. Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst skeyt bæði málini. Christian skoraði í 34. minutti, og í 80. minutti.
Serliga seinna málið var gott. Christian skeyt eitt fríspark í málið frá brotsteigarmarkinum.
Fremad Amager liggur nú á odda í 2. deild, bólki 2 við 17 stigum aftaná 8 dystir. Frem er nummar tvey við 12 stigum. Komandi leygardag tekur Frem ímóti Fremad Amager á leikvøllinum úti í Valby.