Fyrrapartin í dag hittust føroysku landsliðsspælararnir saman við venjarum og hjálparfólkum í Havnini. Setningurin er ikki hissini stórur næstu vikuna. Seinnapartin leygardagin skal landsliðið spæla á Tórsvølli ímóti fronsku varðaheimsmeistarunum, og mikudagin í næstu viku skulu teir spæla á útivølli ímóti Ukreina, sum eisini telist ímillum størstu fótbóltstjóðirnar í Europa.
Føroyska liðið vandi klokkan 10.30 í morgun, og venjingar eru á skránni seinnapartin í dag klokkan 17 og fyrrapartin í morgin klokkan 11. Henda seinasta venjingin verður á Tórsvølli, og hinar vera á graslíkinum í Gundadali.
Føroyska málmetið
Hóast hann er givin á landsliðnum fyri fleiri árum síðani, og hóast hann ikki spælir fótbólt á hægsta støði longur, so plagar navnið á Toda Jónsson at verða nevnt í sambandi við landsdystirnar hjá Føroyum.
Orsøkin er tann, at Todi framvegis er tann spælarin, sum hevur skorað flest mál fyri Føroyar. Todi umboðaði Føroyar 45 ferðir, og hann skoraði níggju mál.
Leingi hevur tað verið greitt, at um ein av spælarunum, sum nú eru á landsliðnum, skuldi taka metið frá Toda, so var tað Rógvi Jacobsen. Í heyst eydnaðist tað Rógva Jacobsen at leggja seg upp á síðuna av Toda, og harvið er lagt upp til, at Rógvi Jacobsen skal seta nýtt málmet.
Spurningurin er so, um tað verður leygardagin, ella um tað kanska verður mikudagin í næstu viku. Tær seinastu ferðirnar hevur tað ofta eydnast Føroyum at skjóta mál, og tað hevur víst seg, at Rógvi Jacobsen er málskjútti mest sum hvørja ferð.
Franska málmetið
Í franska fótbóltsferðalagnum, sum í morgin kemur til Føroya, er eisini ein maður, sum hevur møguleika at seta nýtt málmet. Í altjóða høpi er hesin maðurin kendari enn okkara møguliga nýggi toppskjútti!
Talan er um Barcelona og fyrrverandi Arsenal spælaran Thierry Henry. 30 ára gamli skarprættarin hevur spælt 94 ferðir á franska landsliðnum, síðani hann spældi fyrstu ferð fyri tíggju árum síðani. Í hesi tíggju árini hevur Henry skorað 40 mál.
Franskur toppskjútti er Michael Platini, sum nú er formaður í europeisku fótbóltssamgonguni. UEFA forsetin, sum eitt nú spældi við italska Juventus, skoraði 41 mál, tá ið hann umboðaði føðilandið. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í 1976, og hann gavst við landsliðsfótbólti og yvirhøvur at spæla á hægsta støði í 1987. Í hesi ellivu árini spældi hann 72 ferðir á landsliðnum.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at miðal máltalið hjá Platini í hvørjum dysti var væl hægri, enn tað hevur verið, tá ið Henry er á franska landsliðnum.
Í fyrstu atløgu verður takið hjá Henry at leggja seg upp á síðuna av undanmanninum, og um tað leygardagin eydnast honum tvær ferðir at fáa bóltin í meskarnar aftanfyri Jákup Mikkelsen, so verður hann nýggjur franskur metmaður.
Franska landsliðið venur á Tórsvølli fríggjadagin kl. 17. Teir fara at halda tíðindafund í FSF-húsinum fríggjadagin kl. 16.30.