Ein størri amerikansk kanning av 17 laksaútflytarum úr Kili er nú um at vera liðug. Myndugleikarnir kundu ikki finna tey neyðugu prógvini móti 13 feløgum, sum teir kannaðu.
Cultivadora de Salmones Linao Ltda og Salmones Tecmar SA, sum norska Fjord Seafood eigur vóru saman við Los Fiordos og Pesca Chile SA, skuldsett fyri at hava dumpað laks á amerikanska marknaðinum. Amerikanarar nevna tað dumping, tá teir meta seg at kunna prógva, at laksur veður seldur fyri 0,5 prosent undir tí, sum verður sett sum minstiprísur.
Feløgini kunnu nú rokna við bót. Hvussu stórar bøturnar vera verður sett út frá, hvussu stórar mongdir eru seldar fyri dumpingprís. Um eitt felag hevur selt laks fyri eina millión krónur fyri ein undirprís upp á 1,32 prosent undir tí, tað kostar at framleiða laksin, so verður bótin 13.200 krónur.
Í samrøðu við Intrafish.com viðgongur sakførarin Michael Coursey hjá LR Enterprises, at bøturnar eru ikki tær heilt stóru. Men hvørt oyra telur, sigur hann. LR Enterprises var felagið, sum fyrst kom við dumpingákærum móti kilversku laksaútflytarunum.
Frágreiðingin hjá amerikansku myndugleikunum vísir eisini, at fýra feløg sleppa undan at vera granskað aftur. Cultivos Marinos Chiloe Ltda., Pesquera Eicosal Ltda., Salmones Mainstream og Salmones Pacifico Sur SA hava øll verið ákærd fyri dumping tríggjar ferðir. Amerikanskir myndugleikar hava ongantíð funnið nakað prógv fyri, at nakað av hesum feløgunum hevur selt fyri dumpingprís.
Hetta hevur við sær, at feløgini ongantíð aftur vera kannað í USA fyri dumping.