Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
--------------
Tvey mál, sum hava við løgregluna at gera, verða nógv umrødd í fjølmiðlunum í hesum døgum.
Annað málið er viðvíkjandi umskipanini av løgregluni og hitt er íkomið í sambandi við, at ein nýggjur politiinspektørur er settur í starv.
Viðvíkjandi málinum um umskipan av løgregluni, so eru atfinningarnar av tí vanliga slagnum, har sagt verður, at tað er einki galið við sjálvum málinum, men tað er mátin... Ella sum Annika Olsen segði í eini útvarpssamrøðu: ”Tað er tað prinsippiella í tí...”
Trupulleikin sigst vera, at tingfólk vórðu ikki hoyrd í málinum, nei, tey vóru bara kunnað, og tað er ein ávísur munur á at verða kunnaður og at verða hoyrdur.
Tingfólk vístu ongan áhuga
Tað undrar meg, at so nógv verður gjørt burtur úr hesum málinum nú, tí tá ið kunningin fór fram, vístu tingfólk (millum annað tey, sum nú finnast at), sera lítlan – fyri ikki at siga ongan áhuga fyri málinum.
Fútin bjóðaði øllum 33 tinglimunum til kunnandi fund seinasta summar, har greiðast skuldi frá umskipanini av løgregluni, men bara tríggir tinglimir møttu. 30 tinglimir møttu ikki!
Nakrar dagar seinni fekk Lokalnevndin (har umboðum fyri løgtingið og løgregluna sita) somu kunning. Hóast eg eri limur í Lokalnevndini, hevði eg lítlan hug at luttaka á tí fundinum, tí eg hevði verið til tann fyrra fundin. Men tá eg sá, at eg var einasta løgtingsumboðið, sum var møtt, umframt Katrin Dahl Jacobsen, sum er forkvinna í nevndini, føldi eg meg, fyri skomm skyld, vera noyddan at verða sitandi.
So lítil var áhugin fyri hesum málinum, meðan tað enn var aktuelt. Men tá tað kemur til at grenja aftaná um manglandi kunning og ávirkan, tá er áhugin stórur.
Politiinspektørurin
Hvat hinum málinum viðvíkur, so eiga allar lógir sjálvsagt at verða fylgdar í sambandi við eina starvssetan. Men í aðrar mátar er talan um júst somu setanarviðurskifti, sum vóru galdandi, tá nýggjur landsantikvarur varð settur í starv fyri nøkrum árum síðani.
Tá, sum nú, stóð valið ímillum ein danskara og ein føroying. Føroyingurin hevði fyribils røkt starvið frammanundan (júst sum í hesum málinum), og hann hevði eisini allar neyðugar førleikar. Ein samd setanarnevn hevði ikki minni enn tvær ferðir mælt til at seta hann í starvið, men kortini valdi landsstýriskvinnan úr Tjóðveldisflokkinum, at seta danskaran, sum ikki hevði somu royndir og kunnleika til Fronminnissavnið, í starvið. - So hatta málið hava vit sæð fyrr.