Frode Jensen var 20 ára gamal, tá hann kom til Føroya við Tjaldrinum í 1964. Hann skuldi arbeiða í Mjørkadali í tvey ár, og so var ætlanin at fara aftur til Danmarkar.
Men lagnan vildi tað øðrvísi. Frode hitti eina gentu, tey gjørdust góð og seinni giftust tey.
Hann setti búgv í Havn og saman fingu tey trý børn, sum øll eru vaksin í dag.
Frode og konan hava onkuntíð tosað um at flyta til Danmarkar, men tað er ikki blivið til nakað fyrr enn nú.
Og púra tilvildarliga vildi tað soleiðis til, at tey flúgva úr Føroyum 3. mai. Júst 40 ár eftir, at Frode kom til landið sum blaðungur sersjantur.
Øll familjan flytur
Børnini hjá Frode og Gunvør eru øll vaksin. Hóast tað so flyta øll niður.
? Tað er faktiskt børnini, sum gera, at vit eisini fara. Eldri sonurin býr niðri, dóttirin við familju flytur, og tann yngsti skal niður í lestrarørindum, so vit fara aftaná, kann sigast sigur Frode við einum smíli.
Vit eru stødd upp á hotel Føroyum til ein kaffimunn og prát. Frode hyggur út gjøgnum vindeygað og nýtur útsýnið yvir Havnina. Helst fyri seinastu ferð frá hotellinum, meðan hann er búsitandi í Føroyum
Tey gleða seg nógv at koma upp á pláss í Danmark. Tey hava keypt eini hús í Bording, sum liggur í millum Ikast og Silkeborg. Um 6.000 íbúgvar búgva í Bording, so Frode og konan flyta í ein minni bý samanborið við Havnina. Men tað stúrir hann ikki fyri. Bording hevur alt, sum tey halda seg hava tørv á. Og um okkurt annað skuldi verðið átrokandi, so er einans eitt korter til Silkeborg.
Kokkur
Eftir at hava arbeitt í Mjørkadal í nøkur ár, fór Frode út at sigla. Hann slapp við einum rækjutrolara, og tá varð hann spurdur, um hann vildi verða kokkur. Og honum dámdi so mikið væl sjómanslívið, at hann helt á í meira enn 20 ár. Í 1980 fór hann umborð á Smyril at arbeiða eisini sum kokkur.
Har var hann í trý ár. Og seinni var hann ikki minni enn 18 ár umborð á Bliki og Lómi sum hovmeistari.
Frode fór í land at arbeiða sum kokkur í 2001, har hann millum annað arbeiddi í Galluni á Sjómansheiminum eitt tíðarskeið. Og ta seinastu tíðina arbeiddi hann í handlinum hjá Jóhannes Andreasen á Grønlandsvegnum, har hann takkaði fyri seg fyri nøkrum døgum síðani.
Frode sigur, at hann hevur fingið avtalur niðri til samrøður, har hann hevur søkt arbeiði sum kokkur.
? Onki liggur fast enn, men eg vænti ikki, at tað verður so torført at fáa arbeiði, sigur hann.
Nógv broytt
Frode tosar um, hvussu nógv Føroyar eru broyttar, síðani hann kom higar fyri 40 árum síðani.
? Tað er ótrúligt, hvussu stór Havnin er blivin, sigur hann og yppir øksl.
Hjúnini síggja tað sum eina stóra avbjóðing at flyta til Danmarkar, men tey gleða seg avbera nógv.
Frode ásannar, at tað verður løgið at koma aftur til Danmarkar at búgva. Hann hevur systkin niðri, sum hann hevur havt nógv samband við. Foreldrini misti hann sum barn, og tað var eisini tað, sum gjørdi, at hann vildi royna at arbeiða í Føroyum í eina tíð.
? Eg var so ungur, og eg bleiv biðin at verða sersjantur. Tað kann man ikki nokta, so eg helt, at eg kundi tað sama uppliva nakað. Og tað vísti seg so at verða ein týdningarmikil avgerð, sum eg tók tá, greiðir hann frá.
Gomul í Danmark
Kaffikoppurin er við at tømast nú, og Frode ressast í stólinum. Hann má heim at pakka víðari. Bingjan í túninum skal fyllast, og hóast mest sum alt er fylt í flytikassar, so er framvegis nógv eftir at tøma í húsinum.
Gunvør helt fyri, at ein sær ikki, hvussu nógv ein eigur fyrr enn ein skal flyta. Tey hava búð í húsinum á Fjalsgøtu í 19 ár, men mánadagin 3. mai gongur leiðin til Danmarkar, har tey skulu búgva framyvir. 38 ár seinni enn Frode sum 20 ára gamal hevði hugsað sær.
Spurdur um tey koma aftur, sigur Frode, ja, púra avgjørdur.
? Men bara at ferðast, vit koma neyvan aftur at búgva í Føroyum, er eitt tað seinasta hann sigur, áðrenn hann fer út úr hotellinum.