Tvey ára gamla Tóra vann

Stóra Barnakappingin hjá Fotostudio í Havn er av, og flaggdagin varð vinnarin funnin millum tær úti við 300 myndirnar, ið vóru við.

Fyrst í februar mánaði útskrivaði Fotostudio við Per á Hædd og Finni Justinussen út eina Barnakapping, sum gekk út uppá, at børn kundu verða fotograferað ókeypis, og at myndirnar síðani skuldu vera partur av einum lutakasti.

Foreldur kundu koma í Fotostudio at fáa myndir tiknar av børnum sínum, um tey vóru frá eitt ára aldri upp til skúlaaldur. Afturfyri fingu foreldrini eina mynd.

? Endamálið við kappingini var at lata fólk sleppa at royna, hvussu tað er at fara til fotograf við børnunum. Tí var talan um eina skjóta og lætta fotografering, sum mest skuldi vísa, hvussu tað gongur fyri seg, siga Per á Hædd og Finnur Justinussen, sum eru sera væl nøgdir við undirtøkuna.

Tilsamans eru úti við 300 børn fotograferað hesar smáu tríggjar mánaðirnar, og flaggdagin kom borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, í hølini hjá Fotostudio á Sundsvegnum 8 at draga ein vinnara millum tær mongu barnamyndirnar.

Tá avtornaði, var hepni vinnarin tvey ára gamla Tóra Viðoy úr Klaksvík, sum sostatt vann vinningin í Barnakappingini, ið var eitt gávukort frá Fotostudio, vert 4.000 krónur.

? Vit eru væl nøgdir við kappingina, og eisini hava foreldrini verið glað fyri hetta høvið. Tí er eingin ivi um, at vit fara at skipa fyri einari líknandi kapping aftur næsta ár. Kanska gera vit hana eitt sindur øðrvísi tá, men í høvuðsheitum verður konseptið tað sama, siga Per og Finnur.