Ikki kann sigast annað, enn at nógv er hent hesi bæði árini. Sjálvandi hevur landsstýri okkara samráðst við donsku stjórnina um hetta mál, og hava hesar samráðingar víst, at danska stjórnin ikki er fegin um at lata okkum fara. Hetta hevur hon helst sínar góðu grundir til, og fyri okkum er tað serliga áhugavert av tí at tað prógvar fyri okkum, at vit helst hava størri virði enn vit vanliga hugsa um.
Men tað mest áhugaverda er tó at síggja ta broyting, sum henda nýggja støðan hevur elvt til í tí føroysku andstøðuni.
Andstøðuflokkarnir eru teir, sum í veruleikanum hava havt valdið í Føroyum síðan 1906. Tað sum hevur givið teimum valdið hevur ikki verið teirra dugnaskapur, tí ikki kann sigast at teir hava prógvað at teir hava dugað at bygt upp eitt samfelag, sum hevur givið livilig kor og tryggleika fyri tað uppvaksandi ættarliðið. Hin vegin hava vit sæð húsagangir í vinnulívinum og hópflyting av landinum av okkara uppvaksandi ættarliði. Kollin á hesum oyðingarverki sóu vit fyrst í nittiárunum, tá øll tann armóðsskipan, hesir flokkar høvdu bygt upp, fór á heysin við ræðuligum avleiðingum fyri alt okkara samfelag.
Men núverandi andstøðuflokkarnir hava havt meirilutan í Føroyum einum fyri at takka, og tað er tí danska statinum, sum á hvørjum ári er komin teimum til hjálpar við almennum veitingum, so teir hava kunnað játtað almennan pening uttan at krevja at veljararnir fyrst skulu gjalda hesar upphæddir í skatti.
Er hetta ikki genialt? Hugsa sær til at sleppa at brúka pengar uttan at hava stríðið av at fáa teir til vega!
Men tíverri hava vit í búskaparfrøðini eitt hugtak, sum eitur: Tað er einki, ið eitur ein ókeypis morgunmatur.
Tað sum nú kemur fram, er at núverandi andstøðuflokkarnir hava latið donsku stjórnini nakað afturfyri tann meiriluta, sum danski stuðulin hevur útvegað teimum í Føroyum. Hetta hevur verið dønum so virðismikið, at teir nú, føroyska landsstýrið bjóðar sær til at sleppa dønum frá at gjalda hesar pengar, opinlýst forðar tí í hesum verki.
So mikið hava vit longu funnið út av eftir tveimum árum, og tí er tað, at ein skjótt vaksandi meiriluti í Føroyum tekur undir við landsstýrinum í tess politikki um at vit sjálvi skulu hava fult vald í landi okkara.
Zakarias Wang,
30. apríl 2000