Tvey skip á Fuglafirði við svartkjafti

Norðingur bíðar eftir landingartørni, nú landararnir á Havsbrún hava landað Trónd í Gøtu.

Í gjár og í dag hevur Tróndur í Gøtu landað umleið 2700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði. Teir byrjaðu at landa skipið klokkan 20 í gjárkvøldið, og tá In.fo frætti av Havsbrún seinnapartin, vóru teir um at verða lidnir at landa.

 

Norðingur, sum eisini hevur verið á svartkjaftaveiði, hevur ligið nakrar tímar í Klaksvík og bíðað eftir landingartørni, og teir skuldu sleppa fram at, tá landararnir á Havsbrún vórðu lidnir við Trónd. Sum skilst, hevur Norðingur umleið 1900 tons.

 

Tá In.fo frætti av Havsbrún seinnapartin, vistu tey ikki við vissu, hvat næsta skipið í røðini verður, men á virkinum verður roknað við fleiri skipum, sum dagarnir ganga, nú svartkjafturin er í føroyskum sjógvi, og nógv skip eru á feltinum.