Omanlop
Tað er ikki bara á Viðareiðisvegnum, tað leypir ella ríður oman, tá ið vátveður er, og illa vil til.
Fyrst í vikuni vóru eisini tvey skriðulop í Hesti.
Jacob Pauli Silvurstein í Hesti sigur, at tað heimara lopið var stutt norðanfyri minnisvarðan í bygdini.
- Tað skrædnaði úr miðjuni á fjallinum, og lopið fór at kalla heilt í havið.
Hann sigur, at grús og annað eyrtilfar legði seg tvørtur um vegin norðanfyri bygdina.
Onnur skriða
Jacob veit at siga, at ein onnur skriða er lopin longur norðuri á oynni.
- Eg havi sjálvur ikki verið har norðuri og sæð hana, men tey siga, at hendan er lopin heilt undan eggini og í havið.
Spurdur, um fólk í Hesti ikki hava hoyrt nakað til omanlopini hesar báðar dagarnar, heldur hann ikki, at tey hava gjørt serliga nógv um seg.
- Nei, eg havi so einki hoyrt, sigur hann.
Sum skilst, er tað ikki vanligt, at tað loysnar úr fjallasíðuni í Hesti, men nú hendi tað so tvær ferðir ? antin saman dag ella við einum degi ímillum.