Tvey ymisk brek á útkallingarskipanini

Tá ein brandroynd heima á Sandi staðfesti eitt brek á útkallingarskipanini á Alarmcentralinum hóskvøldið fyri tveimum vikum síðan, varð tað beinanvegin rættað. Brekið, sum vísti seg tveir dagar seinni, tá eldur var í einum húsum heima á Sandi, var eitt annað brek. Seinna brekið var óheft av fyrra brekinum, sigur Jón Klein Olsen, varaleiðari á Politistøðini í Havn.

Tá sløkkiliðið heima á Sandi skuldi skipa fyri brunaroynd hósvøldið fyri tveimum vikum síðan, vísti eitt brek seg á automatisku útkallingarskipanini hjá Alarmcentralinum í Havn.
Tá eldur tveir dagar seinni kom í eini hús heima á Sandi, var aftur brek á automatisku útkallingarskipanini, soleiðis at tey tvey vakthavandi á Alarmcentralinum sjálvi máttu ringja til hvønn einstakan sløkkiliðsmann heima á Sandi.
 
Músin sveik
Men talan var ikki um sama brek tær báðar ferðirnar.
Politistøðin í Havn umsitur Alarmcentralin, og tað eru tey vakthavandi á støðini, sum skulu boða sløkkiliðnum á staðnum frá, um tey fáa boð um eldsbruna um 112 neyðarkallslinjuna.
Millum tólini á pultinum hjá teimum vakthavandi á støðini stendur ein telda, sum bert verður nýtt til at stýra automatisku útkallingarskipanini.
Sambært varapolitileiðaranum á politistøðini í Havn, Jón Klein Olsen, var brekið hóskvøldið at músin, ið hendan teldan verður stýrd við, fekst ikki at rigga. Hetta brekið varð rættað seinni um kvøldið.
 
Teldan útskift
Brekið leygarkvøldið var við sjálvari telduni, sum stýrir automatisku útkallingini. Hon fekst snøgt sagt ikki at virka tá Alarmcentralurin fekk boð um eldsbrunan heima á Sandi. Teldan vísti seg seinni at vera heilt deyð og varð skift út við aðra teldu leygarmorgunin.
- So tað er ikki rætt at vit hava uppdagað eitt brek hóskvøld og forsømt at gjørt nakað við tað til leygarmorgun. Talan er um tvey hendilig tøknilig óhapp sigur Jón Klein Olsen.
 
Roynd hvønn mikudag
Sambært varaleiðaranum á politistøðini í Havn verður automatiska útkallingarskipanin roynd hvønn mikumorgun. Tá verður ringt til nøkur av sløkiliðunum kring landi, bæði til tess at royna teknisku útgerðina og til tess at venja sløkkiliðsmanningarnar kring landið at taka ímóti boðum.
Tann teldustýrda automatiska útklallingarskipanin varð tikin í nýtslu í 1996. Síðan tá er tað komið fyri nakrar ferðir, at skipanin ikki hevur riggað, tá á hevur staðið.
Til slíkar støður hevur Alarmcentralurin eina fasta mannagongd. Listar yvir allar sløkkiliðsmanningar verða goymdir í einum ringbindi, og riggar teldan ikki, verður hetta ringbind tikið fram. Síðan ringja tey vakthavandi sjálvi til sløkkiliðsmenninar.
 
Brúk fyri skipanini
At ringt hvønn sløkkiliðsmann upp á vanligan hátt skuldi ikki tikið nógv longur tíð enn við automatisku útklallingarskipanini. Men tá ein alarmur hevur ljóðað, er ofta telefonstormur á telefonirnar á Alarmcentralinum tí so nógv fólk ringja ymisk fyri at boða frá sama tilburði.
Hesin trupulleiki er blivin størri seinnu árini, nú at kalla øll hava fartelefon og við henni fáa givið boð frá sær á staðnum.
Allar telefonuppringingar, sum koma til Alarmcentralin mugu svarast umgangandi, og tí er tað ikki altíð so lætt hjá teimum vakthavandi samastundis at ringja sløkkiliðsmenn upp.
Tí er brúk fyri einari automatiskari útkallingarskipan, ið sjálv ringir sløkkiliðsmenninar upp, tá brúk er fyri hjálp teirra.